Tvey føroysk nøvn á Spot

Tvey føroysk nøvn á Spot
Danski tónleikafestivalurin Spot hevur í dag lagt tvey føroysk nøvn afturat skránni
26.02.2015 - 00:00

Danski tónleikafestivalurin Spot, sum heldur til í Århus, hevur í dag kunngjørt 15 nýggj nøvn, og millum hesi eru tvey føroysk. 

 

Tað verða tey bæði Eivør og Marius Ziska, sum koma at umboða føroyskan tónleik á danska/norðurlendska festivalinum í vár. 

 

Bæði Eivør og Marius Ziska geva hesa vikuna nýggja útgávu út, so áhoyrarirnir koma at hoyra bæði nýtt og gamalt á festivalinum.

 

Les eisini: Føroyskur tónleikur á veg

 

Hetta er ikki fyrstu ferð, at føroyingar spæla á Spot festivalinum. Í 2009 spældi ORKA, har Eivør eisini var við, í 2013 spældu Benjamin og Hamferð, og í 2014 spældu Dánjal og Byrta.

 

Afturat føroysku Eivør og Marius Ziska, verða nøvn sum Mendoza, Julias Moon og Baby In Vain eisini at hoyra á ársins Spot festivali. 

 

Sí brot frá konsertini hjá ORKA á Spot festivalinum 2009 niðanfyri.

 

 

Les meira um Spot festivalin her

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.