- Tíðindi, mentan og ítróttur
Málið roynast í rættinum eina ferð afturat
Stóra rokningin, sum Heilsumálaráðið fekk frá Region Hovedstaden fyri psykiatriska viðgerð hjá einum dømdum manni, skal roynast eina ferð afturat í rættinum. Tað verður í Eystara landsrætti fríggjadagin í næstu viku.
Fyri einum góðum ári síðani dømdi Føroya rættur Heilsumálaráðið at rinda góðar átta milliónir krónur umframt rentu fyri viðgerðina, og 400.000 krónur í sakarmálskostnaði.
SÍ EISINI Heilsumálaráðið kærir dóm um sálarliga viðgerð
Heilsumálaráðið skeyt dómin inn fyri Landsrættin við kravi um frídøming ella, í øðrum lagi, at skula rinda minni enn Region Hovedstaden krevur.
Stóra rokningin úr Danmark er fyri uppihaldið og psykiatrisku viðgerðina hjá einum útlendskum sjómanni, sum eitt nevningating í Føroya rætti í oktober í 2006 dømdi í viðgerðarvarðhald á sjúkrahúsi, tí hann stakk skiparan á frálandsskipinum Tórsvík.
Hevði fyribils uppihaldsloyvi í Føroyum
Tá maðurin varð tikin, hevði hann fyribils uppihaldsloyvi í Føroyum. Tí, segði Føroya rættur, eiga føroyskir myndugleikar at gjalda fyri viðgerðina, sum var í Danmark.
Føroya rættur segði, at føroyskir myndugleikar sendu ikki sjómannin til viðgerðar í Danmark. Men av tí at Region Hovedstaden vendi sær til Heilsumálaráðið longu fyrst í oktober í 2007, visti Heilsumálaráðið um støðuna og kundi tí tikið dømda mannin til Føroya til viðgerðar.
Heilsumálaráðið heldur uppá, at politi, dómsvald og kriminalforsorg í Føroyum eru donsk málsøki. Tað vóru hesir donsku stovnar í Føroyum, sum gjørdu av, at sjómaðurin skuldi í viðgerð. Tí er tað skeivt at senda rokningina til føroysku myndugleikarnar, sigur Heilsumálaráðið.