- Tíðindi, mentan og ítróttur
‘Game of Thrones’ fer at taka øll av bóli
Telist tú millum tey, sum hava lisið allar ‘A Song of Ice and Fire’ bøkurnar og trygt hava hvílt í vitanini um, at sjónvarpsrøðin 'Game of Thrones' tí ikki kann taka teg av bóli, so kanst tú so smátt byrja at piprast.
Sambært rithøvundinum, George R.R Martin, og báðum skaparunum av sjónvarpsrøðini, so fer røðin nú at flyta seg eitt vet burtur frá søgugondini í bókunum, og fólk, ið hava lisið allar bøkurnar, fara tí eisini ofta at gerast kløkk í apríl mánaða, tá serian byrjar aftur.
George R.R Martin er, so við og við, blivin kendur fyri at skriva rættiliga seint. Fyrsta bókin ‘A Game of Thrones’ var útgivin í 1996 og sætta bókin ‘The Winds of Winter’ verður kanska útgivin í ár. Martin hevur sostatt brúkt næstan 20 ár upp á seriuna.
Trupulleikin er tann, at sjónvarpsrøðin er komin ájavnt við hendingarnar í bókunum hjá Martin, og fer hon tí at yvirhála tær skjótt. Enn veit mann ikki, um søgugongdirnar í sjónvarpsrøðini og bókunum fara at fylgjast, ella um tær fara hvør sína leið.
Tó sigur George R.R Martin, at vit kunnu vænta at gerast kløkk, tá ið fimta røðin av sjónvarpsendingini byrjar.
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |