Karl Løkin aftur í ÍF

Karl Løkin aftur í ÍF
Miðvallarin, Karl Løkin, hevur skrivað undir sáttmála við ÍF
Mynd: if.fo  
 
04.03.2015 - 13:01

Karl Løkin er komin aftur til føroyskan fótbólt. Heimasíðan hjá ÍF skrivar, at sáttmáli er skrivaður við felagið.

Seinnu hálvu í fjør spældi hann fyri danska felagið Næstved.

Karl Løkin, sum eisin hevur spælt fyri NSÍ, er als ikki ókendur í ÍF. 

Hann hevur umboðað felagið í fleiri ár, og hevur tilsamans spælt 103 dystir fyri felagið.

Karl sigur við heimasíðuna hjá ÍF, at onnur feløg eisini vóru áhugað, men hann vildi heldur til ÍF.

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026