Vækstfonden fíggjar føroyskar fyritøkur

Vækstfonden fíggjar føroyskar fyritøkur
Leiðslan í danska grunninum er í Føroyum og greiðir frá fíggingarmøguleikum
Johan Dahl, landsstýrismaður, hitti í morgun leiðsluna í danska Vækstfonden
 
11.03.2015 - 15:08

Nú føroyskar fyritøkur fáa møguleika at fáa fígging úr danska Vækstfonden, er leiðslan í grunninum á vitjan í Føroyum. Endamálið er at greiða myndugleikum, fíggingarstovnum og fyritøkum um fíggingarmøguleikarnar, og í morgun var fundur við Johan Dahl, landsstýrismann í vinnumálum.

- Eg síggi stórar møguleikar, sum kunnu fáa meiri nýskapan og vøkstur í føroyskum vinnufyritøkum, og at skapa búskaparvøkstur, sigur Johan Dahl, sambært heimasíðuni hjá Vinnumálaráðnum. Hann vísir á, at Vækstfonden m.a. hevur verið við til at fíggja mobilappina Vivino hjá føroyinginum, Heina Zachariassen. 

Stórur váði

Vækstfonden fíggjar fyritøkur, har váðin er stórur, og har fíggingarmarknaðurin annars aftrar seg við at veita fígging. Grunnurin veitir ábyrgdarpening og fremmandafígging. Í samstarvi við privatar íleggjarar hevur grunnurin síðani 1992 verið við til at fíggja 5.400 fyritøkur við 12 milliardum krónum. 

Leiðslan í Vækstfonden fer eisini at hitta umboð fyri Vinnuhúsið, BankNordik, Eik Banka og vinnufyritøkur. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 7. juli
Morgunlestur týsdagur.
210558
Mánadag 6. juli
Oyggjar undir trýsti -1. partur
210473
Mánadag 6. juli
Fótbóltsprát 6. juli 2026
210577
Mánadag 6. juli
Poppverturin 6
208459
Mánadag 6. juli
Praktikanturin #18: Katrin Reistrup
210569
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 6. juli
3-2
210573
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna: 6mf kvinnur
210522