Fiskað 18.000 tons av lodnu í íslendskum sjógvi

Fiskað 18.000 tons av lodnu í íslendskum sjógvi
Fimm føroysk skip hava verið á lodnuveiði. Kvotan er 30.000 tons
Jupiter gjørdi fýra lodnutúrar í Íslandi í ár. Hann fer nú at fiska svartkjaft
 
12.03.2015 - 08:17

Føroyingar hava higartil fiskað 18.000 tons av lodnu í íslendskum sjógvi í ár. Kvotan er 30.000 tons.

Fimm føroysk skip hava fiskað lodnu.

Í gjár vóru Finnur Fríði og Jupiter við lodnu á Fáskrúðsfirði á Eysturlandinum. Sambært Varðanum var hetta seinasti lodnutúrur hjá Jupiter á hesum sinni. 

Teir royndu við nót í Breiðafirði, norðan fyri Faxaflógvan, og høvdu 1500 tons. 

Viðrað illa

Tað hevur viðrað illa í Íslandi, og Jupiter fór norður um Ísland til Fáðskrúðsfjarðar.

Jupiter gjørdi fýra lodnutúrar í ár. Jupiter landaði tvær ferðir á Tvøroyri og tvær ferðir í Íslandi.

Jupiter fer nú at fiska svartkjaft.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Fríggjadag 28. august
Breddin: Politiskt orðaskifti um eldraøkið
212394
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290