Landssjúkrahúsið kallar inn við Mínari boks

Landssjúkrahúsið kallar inn við Mínari boks
Hava fólk ikki Mínaboks, sendir Talgilda heilsuskipanin fólki vanligt bræv við postinum.
 
13.03.2015 - 08:56

Landssjúkrahúsið fór í gjár eisini at brúka Mínaboks at senda fólki, sum skulu til forkanningar og eftirkanningar í ortopedi, innkallingina í Mínaboks. 

Í fjør fór Landssjúkrahúsið undir at senda innkallingar til endoskopi í MínaBoks. Tað riggar væl, upplýsir Landssjúkrahúsið. 

Men kravið er ikki at hava Mínaboks fyri at fáa boð frá Landssjúkrahúsinum.

Hava fólk ikki Mínaboks, sendir Talgilda heilsuskipanin fólki vanligt bræv við postinum.

Skipanin við Mínariboks fer í ár at verða sett í verk í stigum á fleiri økjum hjá Landssjúkrahúsinum, tí ætlanin er at sjúkrahúsið skal gerast pappírsleyst, eisini í samskiftinum við fólk.

Seinni í ár er ætlanin, at fólk eisini fáa sms-boð, eina áminning, um at koma til viðtalu.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 7. oktober
Morgunlestur
214424
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Týsdag 6. oktober
Vitan
214349
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391
Týsdag 6. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
214342