Gerðarrætturin avgera løn fyri sigling á páskum

Gerðarrætturin avgera løn fyri sigling á páskum
Fakfeløgini krevja dupulta samsýning til limirnar við strandfaraskipunum, sum sigla halgidagar
 
13.03.2015 - 12:51

Tað stendur til Fasta Gerðarrættin at gera av, hvørja samsýning starvsfólkini á Strandfaraskipum landsins skulu hava, tá siglt verður á páskum.

Ósemja tók seg upp millum Lønardeildina í Fíggjarmálaráðnum øðrumegin og Skipara- og Navigatørfelagið, Maskinmeistarafelagið og Starvsmannafelagið hinumegin stutt fyri jól, eftir at Strandferðslan hevði givið manningunum boð um, at strandfaraskipini skulu sigla allar dagar á jólum. 

Dupulta samsýning

Feløgini kravdu 100 prosent samsýning, men tað vildi lønardeildin ikki, og tískil góvu feløgini forboð fyri at arbeiða jóladag.

Málið varð beint í Gerðarrættin, sum gjørdi av, at arbeiði ikki kundi niðurleggjast. Men avgerðin segði einki um, hvørja samsýning starvsfólkini skulu hava. 

Feløgini tvíhalda um rættin til dupulta samsýning, og tey hava gjørt av at beina málið í Gerðarrættin, sigur Annfinn Garðalíð, formaður í Skipara- og Navigatørfelagnum.

Hann vónar, at ein avgerð verður tikin fyri páskir, tá strandfaraskipini eisini fara at sigla hvønn dag. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. september
Vitan
213630
Mánadag 21. september
Oyn dyst í senn
213583
Mánadag 21. september
Eitt annað lív
213582
Mánadag 21. september
Poppverturin 17
208471
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532