Spyr løgmann hvussu líður við lógarbroytingunum

Spyr løgmann hvussu líður við lógarbroytingunum
Páll á Reynatúgvu spyr, hvussu líður við lógarbroytingunum, ið skulu rudda slóð fyri tilbúgvingini móti teimum, ið ætla at órógva grindadrápið
Nú 1. mai nærkast vil Páll á Reynatúgvu í Tjóðveldi hava at vita frá løgmanni, hvussu líður við lógarbroytingunum, sum skulu rudda slóð fyri einari tilbúgving í Føroyum móti teimum, sum koma higar at órógva grindadrápið
Mynd: KvF  
 
18.03.2015 - 11:00

Nú 1. mai nærkast vil Páll á Reynatúgvu í Tjóðveldi hava at vita frá løgmanni, hvussu líður við lógarbroytingunum, sum skulu rudda slóð fyri einari tilbúgving í Føroyum móti teimum, sum koma higar at órógva grindadrápið.

Løgtingið samtykti 3. desember í fjør, at landsstýrið skjótast gjørligt og í seinasta lagi 1. mai í ár skal leggja fram uppskot um lógarbroytingar, so verulig tilbúgving og átøk kunnu fremjast, sum fyribyrgja, at umboð fyri felagsskapir og útgerð, sum skulu fremja ólógligt virksemi ella hótta lóglig rættindi í Føroyum, kunnu koma til landið ella fyrireika slíkt virksemi í Føroyum.

Uppskotið kom í tingið eftir umfatandi virksemið hjá Sea Shepherd í Føroyum í fjør summar. Áðrenn Sea Shepherd fólkini fóru av landinum, boðaðu tey frá, at Sea Shepherd sendir fólk til Føroya aftur nú í summar.

Tjóðveldi átti uppskotið til samtyktar. Og nú spyr Páll á Reynatúgvu, løgtingsmaður, løgmann, um landsstýrið ætlar at gera eftir áheitanini hjá løgtinginum, tí enn er einki frætt um tað.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 12. februar
Kvørnin: "Monochrome", Gunnva
204144
Hósdag 12. februar
Nýtt ljóð
204140
Hósdag 12. februar
Eitt korter við jazztónleiki
204126
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 12. februar
Hoydalar: Eyðun Nolsøe
204061
Hósdag 12. februar
Emma: Mítt land
204116
Hósdag 12. februar
Bjarki: So nógvar røddir
204117
Hósdag 12. februar
Filip: Tað er løtan
204118
Hósdag 12. februar
Jóhanna: Tey dansa eins og skuggar
204119