- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vís mær títt lestrarlív - Barbara Í Billustovu, Danmark
Röddin setur í løtuni fokus á lestrarlívið, nú tíðin nærkast, har freistirnar til at søkja inn á skúlar eru av. Fylgið við á heimasíðuni komandi tíðina, har vit fara í dýpdina við ymiskum lestrarbýum og útbúgvingum.
Hesin tátturin snýr seg um at seta myndir á ymsu lestrarbýirnar, so tað verður lættari fyri teg at ímynda tær lestrarlívið.
Barbara í Billustovu – Keypmannhavn, Danmark
Persónurin, sum hesa ferð vísir okkum sítt lestrarlív, er 23 ára gamla Barbara í Billustovu, sum lesur í Keypmannahavn í Danmark.
Barbara lesur medicin á 3. lestrarhálvu á Københavns Universitet, sum liggur í Keypmannahavn.
Les meira um medicin á Københavns Universitet her.
3 ráð frá Barbaru
1. Fyrireika teg mentalt at flyta heimanifrá og uppá, at fyrsta tíðin kann tykjast sera avbjóðandi. Har eru nógv viðurskifti, sum skulu fáðast í rætt lag sum skjótast, so sum cpr-nr, nem-id, su o.a.
2. Um studie ikki er, sum tú ímyndaði tær í byrjani, so fall ikki í fátt. Gev tí tíð, tí tað tekur altíð eitt sindur av tíð, áðrenn mann er komin upp á pláss og hevur fingið eina kenslu av róð yvir sær. Tað er her, at alt gerst meira spennandi!
3. Har er altíð okkurt at lesa ella at repitera eina ferð afturat. Tí er tað týdningarmikið, at mann minnist til at vera sosialur og at halda fast við frítíðarítriv við síðuna av, tí tað er ofta hetta, sum heldur ein koyrandi, tá tað gerst strævið.
Röddin hevur biðið Barbaru um at taka myndir av sínum skúla, undirvísingarhøli, kantinu og bústaði.
Skúlin
Skúlin - Panum Institut
Undirvísingarhøli
Ein av lesisalunum, har mann kann lesa í friði
Kantinan
Heima
Mín eittrúmsíbúð tætt við skúlan
Röddin ynskir Barbaru góða eydnu við skúlanum
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |