Dag um dag: Soleiðis verður páskaveðrið

Dag um dag: Soleiðis verður páskaveðrið
Onkran av páskadøgunum verður turt, onkran annan dag fer at regna eitt sindur. Vit hava fingið ein veðurkønan at hyggja uppá veðrið um páskirnar
Onkran av páskadøgunum verður turt, onkran annan fer at regna eitt sindur meðan tað fer at sirma onkran annan dag. Sí her, hvat veðurforsagnirnar siga um páskaveðrið
 
02.04.2015 - 13:08

Her er veðurforsøgnin teir næstu fimm dagarnar. Sambært Hanusi Kjølbro, lærara á Sjónámi, verður páskaveðrið soleiðis, teir ymisku dagarnar:

Skírisdagur - í dag: Fyrst eitt lot av útnyrðingi. Seint í kvøld kemur vindurin av landsynningi - sama vindferð eitt andøvsgul, 5 til 8 m/s. Skýggjað og turt allan dagin, og hitin fer at liggja nøkur stig oman fyri frostmarkið.

Langa fríggjadag - í morgin - kemur vindur av landsynningi, 5 til 8 m/s - tað er eitt andøvsgul. Tað verður skýggjað, stundum eitt sindur av regni. Hitin fer at liggja um 2 til 4 stig.

Páskaaftan fer vindurin at koma av útsynningi og vestri - veksandi upp í ein strúk í vindi, 10 til 14 m/s um middagsleitið. Skýggjað allan dagin, viðhvørt sirm ella regn. Hitin fer at liggja um 3 til 5 stig.

Páskadag verður ættin útsynningur. Vindferðin fer at liggja um eitt stívt andøvsgul ella ein strúk í vindi, 8 til 12 m/s. Fyri tað mesta skýggjað og turt - hitin fer at liggja um 4 til 6 stig.

Annan páskadag verður ættin útsynningur ella vestan. Vindferðin fer at liggja um tað sama sum páskadag, eitt stívt andøvsgul ella ein strúk í vindi, 8 til 12 m/s. Skýggjað og turt fyri tað mesta - hitin fer at liggja um 5 til 7 stig.

- Forsagnir, ið strekkja seg fleiri dagar fram, skulu altíð takast við einum ávísum fyrivarni, sigur Hanus Kjølbro, lærari og veðurkønur, á Sjónámi í Klaksvík.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 23. november
Norðurljóð 23.november 2026
216515
Sunnudag 22. november
Bolero 22. november 2026
216781
Sunnudag 22. november
Guðstænasta út Gøtu kirkju
216780
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 23. november
Veðrið
216858
Sunnudag 22. november
Jóla- og stuðulskonsert hjá Barnabata 2026
216851
Sunnudag 22. november
Andaktin
216792
Sunnudag 22. november
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
216793
Fríggjadag 20. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216714