Eingin bjóðar nevndini í Lærarafelagnum av

Eingin bjóðar nevndini í Lærarafelagnum av
Tríggir nevndarlimir Lærarafelagnum, millum annað formaðurin, verða afturvaldir á aðalfundinum. Eingin stillar upp móti teimum
Herálvur Jacobsen, formaður í Lærarafelagnum eisini næstu tvey árini.
 
05.04.2015 - 10:34

Limirnir í Lærarafelagnum eru nøgdir við nevndina í felagnum. Í hvussu so er stillaði eingin upp móti formanninum og tveimum nevndarlimum, sum standa fyri vali á aðalfundinum tann 18.apríl.

Freistin at stilla var til klokkan tíggju fyrrapartin í gjár, og tá høvdu bara Herálvur Jacobsen, formaður, og nevndarlimirnir Maria V. Hansen og Jákup av Skarði stillað upp. Tey verða tí afturvald uttan atkvøðugreiðslu á aðalfundinum.

- Hetta kann sjálvandi takast sum ein álitisváttan til nevndina og tað arbeiðið, sum nevndin hevur gjørt. Men tað kann órógva eitt sindur, at áhugin fyri at vera við í nevndararbeiðinum ikki er størri, sigur Herálvur Jacobsen, formaður Lærarafelagsins, á heimasíðu felagsins.
Í januar og februar vóru nevndarlimir í Læraragfelagnum á limafundum kring landið. 

Hóast okkurt var, har limirnir hildu, at nevndin hevur gjørt ov lítið, millum annað við at fáa ásettar førleikaviðbøtur, so var ónøgdin nógv størri við politisku myndugleikarnar, sum bjóða fólkaskúlanum so trongar karmar at virka í, stendur á heimasíðu Lærarafelagsins.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. september
Jambalaja - 260926
213836
Leygardag 26. september
Upp á tá - 250926
213832
Fríggjadag 25. september
Vikuskiftið 25 sept 2026
213811
Fríggjadag 25. september
LEITISSTEIN 25.09.2026 (Benjamin Djurhuus)
213801
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650