- Tíðindi, mentan og ítróttur
- Óskiljandi at málið ikki fær avleiðingar
- Óskiljandi at málið ikki fær avleiðingar
Tað var greitt brot á lógina um djóravend, tá fleiri seyðir vórðu funnir deyðir á Sandi á páskum, heldur Peter Østergård, djóralækni

Tað var í hesum seyðahúsinum á Sandi, at fleiri seyðir vórðu funnir deyðir á páskum. Løgreglan heldur, talan var um eitt hendiligt óhapp. Djóralækni heldur, málið eigur at fáa avleiðingar
Mynd: vp.fo
07.04.2015 - 08:30
- Sjálvandi ætlaði eigarin ikki at gera enda á seyðinum, men her eru so í øllum førum tvey brot framd á djóraverndarlógina, sigur Peter Østergård, sambært vp.fo
Hann vísir á, at húsið ikki er innrættað rætt, um seyðurin av sær sjálvum verður innilæstur. Ásetingin um vanrøkt og óneyðuga líðing er avgjørt heldur ikki hildin, tá seyðurin hevur verið uttan uppsýn so leingi, at hann doyði av tí, sigur Peter Østergård.
Tað var á páskum, at fleiri deyðir seyðir vórðu funnir í einum seyðahúsi við Stóravatn á Sandi. Málið varð meldað til løgregluna, ið heldur, at talan var um eitt hendiligt óhapp.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV




























