- Tíðindi, mentan og ítróttur
Løgmaður ber seg undan at svara
Løgmaður vil ikki svara einum grein 52 fyrispurningi frá Kristinu Háfoss í Tjóðveldi um broytingar í lógini um peningastovnar í Føroyum, ið landsstýrið hevur lagt fyri tingið. Lógarverkið er umfatandi - broytingarnar og viðmerkingarnar eru tilsamans 1620 síður.
Kristina Háfoss í Tjóðveldi vildi hava at vita frá løgmanni, hví landsstýrið hevur lagt uppskotið fram, hóast løgfrøðiligu serfrøðingarnir í landsstýrinum vísa á, at uppskotið flytur lóggávuvald frá løgtinginum til danskan ráðharra.
Løgmaður: Fíggjarnevndin er rætta forum
Kristina Háfoss spurdi eisini, hvussu landsstýrið ætlar at bera seg at í teimum førum, Danmark flytur sítt lóggávuvald til ES, meðan Føroyar enn eru undir danskari lóggávu. Men Kaj Leo Holm Johannesen ber seg undan at svara.
Løgmaður sigur, at málið er í fíggjarnevndini, har Kristina Háfoss eisini er limur. Fíggjarnevndin er rætta forum at seta slíkar spurningar, sigur løgmaður.
Løgmaður vísir á, at málið longu hevur verið til umrøðu í fíggjarnevndini, har eitt nú landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, løgmaður og umboð fyri peningastovnarnar hava svarað spurningum frá nevndini.