Varpa ljós á føroysku revsilógina og neyðtøku

Varpa ljós á føroysku revsilógina og neyðtøku
Amnesty í Føroyum ynskir at varpa ljós á revsilógina og neyðtøkumál. Skipað verður fyri kunnandi fundi í høvuðsstaðnum hóskvøldið
Hóskvøldið skipar Amnesty í Føroyum fyri kunnandi fundi, hvørs endamál er at varpa ljós á føroysku revsilógina
 
13.04.2015 - 10:33

Visti tú, at neyðtøka í hjúnabandi bara gevur hálva revsing, og at revsingin fyri at neyðtaka ein verjuleystan persón eisini gevur hálva revsing?

Hóskvøldið fer Amnesty International, Føroya deild, at varpa ljós á føroysku revsilógina. Skipað verður fyri fundi í Perluni í Havn, har Jógvan Elias Winther Poulsen, advokatur, fer at greiða frá føroyska revsirættarliga siðaarvinum.

Kjak um neyðtøkumál

Stinne Beck frá donsku deildini hjá Amnesty fer at greiða frá, hvussu danska lóggávan er dagførd, og kjak verður eisini um, hví so fáar neyðtøkur verða meldaðar. Umboð fyri løgregluna og landssjúkrahúsið vera eisini hjástødd.

Sambært kanningum í Danmark verður bara tjúgunda hvør neyðtøka meldað, og bara helmingurin endar við dómi. Amnesty í Føroyum hevur heitt á føroysku myndugleikarnar um at broyta føroysku revsilógina.

Amnesty eftirlýsir eina ætlan, sum ávísir, hvat er neyðugt at gera til tess at verja rættarstøðuna hjá teimum, ið verða neyðtikin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 5. juli
Tónleikur í 13 øldir (1:10)
210355
Sunnudag 5. juli
Søgan um Johnny Cash 1.partur
210479
Leygardag 4. juli
HM-tíðindi 4. juli 2026
210516
Leygardag 4. juli
Radio Stjernekilde - Partur 7
209133
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna: 6mf kvinnur
210522
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf dreingir 17-18
210521