Arbeiða helst uttan arbeiðs- og uppihaldsloyvi

Arbeiða helst uttan arbeiðs- og uppihaldsloyvi
Løgreglan hevur í dag kannað loyvini hjá nørkum útlendingum, sum arbeiða í Føroyum, og fleiri mál um hetta skulu nú kannast
 
16.04.2015 - 16:55

Fleiri útlendingar, sum arbeiða í Føroyum hava ikki arbeiðs- og uppihaldsloyvi í lagi. 

Norðurlendingar kunnu arbeiða í Føroyum uttan at hava hesi loyvi, men aðrir útlendingar skulu hava hesi loyvi, - sama um talan er um lønt ella ólønt arbeiði, sigur Hildur Hentze, á Kriminaldeildini hjá løgregluni.

Útlendingarstýrið skal taka støðu

Løgreglan kannar nú málini um møguliga ólógliga arbeiðsmegi, - eitt nú verður arbeiðsgevarin avhoyrdur. 

Síðani verða málini latin danska útlendingarstýrinum, sum síðani skal taka støðu til, um útlendingarnir skulu fáa bót, um teir skulu vísast av landinum og um teir skulu fáa innferðaarforboð í nøkur ár.

Fólkini, sum løgreglan kannar arbeiða øll innan gistingarhúsvinnuna. Hildur Hentze sigur, at løgreglan í næstum fer at gera stikkprøvar á arbeiðsplássum, har útlendingar arbeiða. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858