Skúvoy sum Ramsarøki

Skúvoy sum Ramsarøki
Mikudagin kl. 18.30 verður skipað fyri borgarafundi í skúlanum í Skúvoy
 
18.04.2015 - 15:48

Endamálið við fundinum er at kunna skúvoyingar um Ramsar sáttmálan, og hvat tað vil siga, at Skúvoy er útnevnd til Ramsarøki, skrivar Umhvørvisstovan á heimasíðu síni. 


Eisini er endamálið við fundinum at geva bygdarfólkinum høvi til at geva íkast til arbeiðið at gera Ramsarætlan fyri oynna, serliga at vera við til at eyðmerkja møguligar hóttanir móti fuglalívi í oynni.


Umboð fyri Fiskimálaráðið, Náttúrugripasavnið, Havstovuna og Umhvørvisstovuna fara at greiða frá, hvat higartil er gjørt frá almennari síðu, og hvørjar ætlanir liggja fyri framman, skrivar umhvørvisstovan. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 5. mai
Plátupanelið #019 (Deep Cuts)
174644
Sunnudag 5. mai
Dansibandguðstænasta í Vági
174634
Sunnudag 5. mai
Rokk og ró 4. mai 2024
174636
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444