Færri føroyingar fáa skaða í ferðsluni

Færri føroyingar fáa skaða í ferðsluni
Talið á fólki, ið fáa skaða í ferðsluóhappum í Føroyum, hevur ongantíð áður seinastu 20 árini verið so lágt sum nú, sambært hagtølum
Talið á føroyingum, ið koma til skaða í ferðsluni, hevur ongantíð áður verið so lágt seinastu 20 árini, sum nú
 
19.04.2015 - 14:46

Ongantíð áður tey seinastu 20 árini hava so fáir føroyingar fingið skaða í ferðsluóhappum sum nú. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Føroya Landfúta, sambært Hagstovuni.

Í 2014 fingu 27 føroyingar skaða í ferðsluóhappum. Í 1998 var talið meira enn tríggjar ferðirnar størri, tá 83 føroyingar fingu skaða í ferðsluóhappum á føroysku vegunum.

Tal á skaddum í ferðsluóhappum 1995-2014

Tað er ikki bert talið á fólki, ið fáa skaða í ferðsluni í Føroyum, ið hevur gingið niðureftir seinnu árini. Talið á ferðsluóhappum er í støðugari minking.

Í 1995 vórðu fráboðað 1109 ferðsluóhapp, í 2014 vórðu fráboðað 535 ferðsuóhapp. Ringasta árið var 2001, tá vórðu 1344 ferðsluóhapp fráboðað í Føroyum.

Tal á fráboðaðum ferðsluóhappum 1995-2014

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425