Flóttafólkini skulu heimaftur

Flóttafólkini skulu heimaftur
Tað siga ónevndar keldur, sum hava sæð uppleggið til toppfundin hjá ES-leiðarum í dag, har støðan við flóttafólkum í Miðjarahavinum var á skrá
 
23.04.2015 - 19:50

Einki frættist alment frá fundinum, men ónevndar keldur siga, at ES fer at styrkja arbeiðið móti menniskjasmuglarum við skipaðum tiltøkum, fyri at finna fram til, hvørjir teir eru, og at bátar hjá teimum verða oyðilagdir áðrenn teir koma í brúk. 

Keldurnar sigur, at ES í fyrstu atløgu fer at bjóða 5.000 flóttafólkum innivist í ymsum evropiskum londum, - evropiski flóttafólkastovnurin, Frontex, fer at senda meginpartin av flóttafólkunum heimaftur og ES fer at loysa flóttafólkatrupulleikan í heimlandinum har trupulleikarnir byrja, við at skapa frið og javnvág í tjóðum, - sum eitt nú Sýria og Libya. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025