Bústaðirnir ikki røktir nóg væl

Bústaðirnir ikki røktir nóg væl
Ein orsøk, til at 22 bygningar hjá Almannaverkinum ikki eru nøktandi til endamálið, teir verða brúktir til, er vantandi røkt
Annarhvør bygningur í Havn, ið Almannaverkið eigur ella leigar, er ikki nøktandi sum bústaðartilboð, tí bygningarnir ikki eru bygdir til endamálið ella eru røktir nóg væl
 
24.04.2015 - 10:02

Tað sigur Edvard Heen, stjóri í Almannaverkinum. Almannaverkið hevur í samstarvi við Landsverk gjørt eina kanning av teimum 80 bygningunum sum Almannaverkið eigur ella leigar kring landið.

Kanningin vísir millum annað, at 22 av 45 bygningunum og bústaðartilboðunum hjá Almannavekrinum í Havn ikki eru nøktandi. Bæði tí bygningarnir ikki eru bygdir til tað endamálið, ið teir skulu nýtast til.

SÍ EISINI Bútilboð í Havn ikki nøktandi

Ein onnur orsøk, til at bygningarnir ikki eru nøktandi, er at bygningarnir eru farnir illa, tí teir ikki eru røktir, sigur Edvard Heen, stjóri í Almannaverkinum við útvarpið.

Landið eigur 37 bygningar, sum Almannaverkið brúkar, og er tað Landsverk, ið hevur uppgávuna at røkja hesar bygningarnar.

30 milliónir er ov lítið

Landsverk hevur umleið 30 milliónir um árið at halda og røkja almennar bygningar fyri. Stovnurin hevði í fjør bert tríggjar milliónir at halda teir fyri, og tað er alt ov lítið sigur Edvard Heen.

Almannaverkið samstarvar í løtuni við Almannamálaráðið um at finna eina loysn at basa bústaðartrupulleikanum.

Edvard Heen vil ikki fara í smálutir um ætlanina enn. Talan er um bæði at byggja nýtt, og at umskipa verðandi bústaðartilboð, sigur hann.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 4. mars
Veðrið
188646
Sunnudag 2. mars
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
188513
Fríggjadag 28. februar
Veðrið
188455
Fríggjadag 28. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188428
Fríggjadag 28. februar
Heim, kæra heim (3:3) - teknmálstulkað
188417