Barsilsgjald verður oyramerkt

Barsilsgjald verður oyramerkt
Løgtingið samtykti við aðru viðgerð uppskotið at stovna ein grunn, soleiðis at barsilsgjaldið ikki longur fer at kunna brúkast til onnur endamál
Eitt samt Løgting samtykti í dag við aðru viðgerð uppskotið um at stovna ein barsilsgrunn, so barsilsgjaldið, sum lønmóttakarar og arbeiðsgevarar gjalda, ikki longur kann verða nýtt til onnur endamál
 
24.04.2015 - 14:03

Eitt samt Løgting samtykti í dag við aðru viðger uppskotið um at stovna ein barsilsgrunn, so barsilsgjaldið, sum lønmóttakarar og arbeiðsgevarar gjalda, ikki longur kann verða nýtt til onnur endamál.

Tað er ein samd Vinnunevnd, ið mælir løgtinginum til at samtykkja uppskotið, og tí er greitt, at uppskotið verður samtykt í dag.

SÍ EISINI Barsilsgrunnurin varðveitir avlopið hjá grunninum

Sambært uppskotinum, so skulu møgulig yvirskot í Barsilsskipanini fara í grunnin, og ikki sum nú, har peningurin fer í landskassan.

Tá ið grunnurin er stovnaður, verða inngjøldini sambært lógini goldin Barsilsgrunninum, eins og útgjøldini verða goldin úr Barsilsgrunninum.

Møguligt yvirskot í tiltaksgrunn

Eitt møguligt yvirskot verður savnað saman til tiltakspening, ið kann nýtast til ábøtur á skipanina, eitt nú at leingja tíðarskeiðið, til ber at fáa barsilspening.

Tiltakspeningurin kann somuleiðis nýtast, um skipanin okkurt árið gevur hall, stendur í viðmerkingunum til uppskotið.

Síðan inngjaldið í barsilsgrunnin varð hækkað úr 0,25% upp í 0,62% í 2006, hevur skipanin bert havt hall í 2009, sæst í viðmerkingum til uppskotið. Samlaða yvirskotið 2006-2013 er knappar 58 mió. kr.

Barsilspeningur frá 2014 flytast við eykajáttan

Í sambandi við gildiskomuna verður ásett, at barsilspeningur, sum er goldin inn í 2014, og sum ikki er útgoldin, tá ið lógin kemur í gildi, verður fluttur Barsilsgrunninum við eini eykajáttan í 2015.

Upprunaliga var tað Tjóðveldi, ið legði uppskot fram, um at skipa ein barsilsgrunn, so yvirskotið ikki fór í landskassan, men í grunnin.

Seinni legði Johan Dahl, landsstýrismaður í Vinnumálum, líknandi uppskot fram, og tað er tað uppskotið, ið er til viðgerðar í dag.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 31. mars
Morgunlestur týsdagur 31.mars 2026
205927
Mánadag 30. mars
Orðaval #34: Málsløg
206415
Mánadag 30. mars
Morgunlestur mánadagur 30.mars 2026
205926
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 31. mars
KAKUMiKS 2 (2:7) - teknmálstulkað
206483
Mánadag 30. mars
Veðrið
206444
Mánadag 30. mars
KAKUMiKS 2 (1:7) - teknmálstulkað
206440