- Tíðindi, mentan og ítróttur
10 festivalar innan 4000 kilometrar
Tað er ofta ringt at sita í Føroyum og finna útav, hvar mann skal ferðast til næstu ferð. Vit føroyingar hava tað við at sjáldan koma nógv longri enn ein túr til Danmarkar. Serliga eru vit eisini góð til at ganga á okkara egnu festivalum, men kundi tú hugsað tær at roynt okkurt nýtt, so kanst tú fáa íblástur her. Vit hava funnið 10 populerar festivalar, sum allir liggja innan 4000 km frá Føroyum.
EXIT - Serbia, 3380 km
EXIT festivalurin í Serbia er ein serligur festivalur innan festivalheimin. Festivalurin byrjaði sum ein næmingarørsla, sum stríddist fyri friði og fólkaræði í Serbia og Balkan. Enn í dag er festivalurin ein almannagagnligur felagsskapur.
EXIT festivalurin heldur til í býnum Novi Sad og er í ár í døgunum 9.-12. juli. Á skránni í ár kanst tú millum annað finna Emeli Sandé, Motorhead, The Prodigy, Tom Odell og Milky Chance.
Les meira um EXIT festivalin her.
Tomorrowland - Belgia, 2319 km
Tomorrowland er størsti elektroniski festivalur í heiminum. Festivalurin er trý ár á rað kosin sum besta tónleikatiltak til "International Dance Music Awards".
Festivalurin er vaksin til at nú verða hildin í trimum londum. TomorrowWorld í USA og Tomorrowland Brasil í Brasil.
Tomorrowland Belgia verður í ár hildin í døgunum 24.-26. juli í býnum Boom. Sum sagt er Tomorrowland ein elektroniskur festivalur, so á skránni finnur tú nøvn sum Avicii, Tiësto og David Guetta.
Les meira um Tomorrowland her.
Open'er - Poland, 2406
Open'er er ein festivalur, sum liggur á einum flogvølli í býnum Gdynia. Open'er festivalurin vann í 2009 og 2010 heiðurslønina sum besti stóri festivalurin til "European festival awards."
Festivalurin verður í ár hildin í døgunum 1.-4. juli, og á skránni eru nøvn sum Drake, A$AP Rocky, Mumford & Sons, Hozier og íslensku Of Monsters And Men.
Les meira um Open'er her.
Glastonbury - Ongland, 2816 km
Glastonbury festivalurin er ein eldri festivalur. Festivalurin byrjaði dagin eftir Jimi Hendrix doyði, altso 19. septembur 1970. Prísurin tá var £1 og ókeypis mjólk frá bóndanum.
Í ár er tað 33. Glastonbury festivalurin, sum verður hildin. Festivalurin verður hildin í Pilton, Sommerset í døgunum 24.-28. juni. Á skránni í ár eru nøvn sum Deadmau5, Kanye West, Pharell Williams, Foo Fighters og Florence & The Machine.
Les meira um Glastonbury her.
Sziget - Ungarn, 2882 km
Sziget festivalurin er ein av størstu fjølmentanarligu tiltøkunum í Evropa. Festivalurin byrjaði í 1993 og heldur í ár ta 22. útgávuna. Umleið 400.000 fólk frá fleiri enn 70 ymiskum londum samlast á eini vakrari oyggj í hjartanum í Budapest.
Festivalurin verður hildin a oydni Óbudai-sziget í døgunum 10.-17. august. Á skránni í ár eru millum annað Robbie Williams, Ellie Goulding, Limp Bizkit, Passenger og danska Mø.
Les meira um festivalin her.
Colours of Ostrava - Kekkia, 2549 km
Colours of Ostrava er størsti altjóða festivalurin í Kekkia og eitt av størstu tónleikatiltøkunum í Evropa. Festivalurin hevur heili 16 pallar bæði uttan- og innandura.
Í ár er 13. ferð Colours of Ostrava verður hildin. Festivalurin verður hildin í døgunum 16.-19. juli. Í Ostrava hevur tú møgugleikan at hoyra millum annað Kasabian, St. Vincent, Mika og íslendsku Björk.
Les meira um Colours of Ostrava her.
Iceland Airwaves - Ísland, 692 km
Iceland Airwaves varð fyrstu ferð hildin í 1999 og er blivin til eitt av fremstu tónleikatiltøkunum í árinum. Íslendski festivalurin hevur gjøgnum árini havt nógv spennandi nøvn á skránni bæði íslendsk og altjóða.
Í mun til aðrar festivalar verður Iceland Airwaves hildin í novembur mánað. Í ár liggur festivalurin í døgunum 4.-8. novembur. Av tí sama er skráin ikki liðug enn, men tú kanst gleða teg til Björk og nógv onnur spennandi nýggj nøvn.
Les meira um Iceland Airwaves her.
Roskilde Festival - Danmark, 1368 km
Roskilde festivalurin er størsti festivalurin í norður Evropa og hevur verið síðani 1971. Roskilde festivalurin er eisini ein almannagagnligur felagsskapur við fleiri túsund sjálvbodnum.
Festivalurin varð stovnaður av íblástri frá Woodstock festivalinum í USA í 1969 og frá Thylejren í 1970. Í byrjanini av 2000 vaks festivaløkið við 300 tdr. land og Roskilde festivalurin bleiv tá størsti rokk festivalur í Evropa. Yvir 100.000 fólk vitja Roskilde festivalin.
Festivalurin liggur í ár í døgunum 27. juni - 4. juli. Á skránni eru nógv stór nøvn, millum annað Paul McCartney, Muse, Disclosure, Nicki Minaj, Mew og Kendrick Lamar.
Les meira um Roskilde festivalin her.
Sónar - Barcelona, 3525 km
Sónar festivalurin er altjóða festivalurin fyri framkomnum tónleiki. Sónar heldur ikki bara til í Barcelona, men ferðast eisini heimin runt við konsertum. Í ár var festivalurin eisini í Danmark, har millum annað føroyski Brynjolfur spældi.
Sónar er fyrst og fremst elektroniskur tónleikur, men tú finnur eisini annan tónleik. Á skránni í ár eru nøvn sum Skrillez, føroyski/íslendski bólkurin Kiasmos, Kasper Bjørke, Die Antwoord og FKA Twigs.
Les meira um Sónar festivalin her.
Southside - Týskland, 2496 km
Southside festivalurin varð stovnaður av somu fyriskiparum sum Hurricane festivalurin í Týsklandi. Fyrsti Southside festivalur var í 1999 og hevur verið hvørt ár síðani.
Av tí at fleiri landamørk liggja nær Southside festivalinum, so er fjøldin fleirtjóða. Í 2003 bleiv metið av gestum 40.000, og síðani tá hevur verið útselt hvørt ár.
Festivalurin verður hildin á einum hernaðarflogvølli í Tuttlingen í døgunum 19.-21. juni. Á skránni í ár eru fleiri av somu nøvnunum sum á hinum festivalunum, men eisini eru millum annað The Dø, First Aid Kit, The Vaccines, The Tallest Man on Earth og Black Rebel Motorcycle Club.
Les meira um Southside her.
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |