Danmark verður partur av ES-bankaeftirlitinum

Danmark verður partur av ES-bankaeftirlitinum
Tað er niðurstøðan eftir drúgva umrøðu í politisku skipanini í Danmark, og danska stjórnin fer hvørja løtu at almannakunngera avgerðina
 
30.04.2015 - 10:10

JyllandsPosten skrivar, at ES hevur sett sær fyri at hava neyvari eftirlit við størstu bankunum og fíggjarfyritøkunum í samveldinum.

Eftirlitið fer at hava skrivstovu í bygninginum hjá Europeiska miðbankanum í Frankfurt, sum hevur virkað síðani í november í fjør.

Eftirlitið hevur havt eftirlit við øllum bankum sum eru í skipanini og við 130 teimum størstu fíggjarfyritøkunum.

Um bankarnir koma í neyð

Samstarvið hevur felags skipan fyri, hvat skal gerast við bankar sum koma í neyð.

Næstu átta árini skal grunnur skipast, sum bankarnir sjálvir skulu rinda til, og pengarnir skulu nýtast til at rinda fyri ein banka sum fer av knóranum.

Endamálið er at tryggja trupulleikar hjá europeiskum bankum í framtíðini, ikki fara at merkja vanliga viðskiftafólkið, statskassarnar, ella evruna.

Standa seg betur í kreppum

Eygað verður serliga hildið við stóru bankunum, sum kunnu fáa avgerandi týdning fyri londini, sum teir virka í. Teir skulu vera betri fyri at standa seg í kreppum sum koma í framtíðini.

Øll 19 ES londini, sum eru við í samstarvinum um evruna, skulu vera við í nýggju skipanini.

Hini ES londini, sum ikki eru við í verusamstarvinum, kunnu vera við í hesum serliga samstarvinum, men tey kunnu eisini taka seg burturúr aftur samstarvinum eftir serligum treytum, stendur í avtaluni sum ES-londini hava gjørt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. august
RagnarRokk Adrian Tobar um Forever Feared
209150
Sunnudag 9. august
Tónleikur í 13 øldir (6:10)
210350
Sunnudag 9. august
Guðstænasta í Sjóvar kirkju
211691
Leygardag 8. august
Hetta heilaga evangeliið skrivar
211685
Leygardag 8. august
Radio Stjernekilde - Partur 12
209139
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558