Atlantsflog fær helst sínar tyrlur frá landinum

Atlantsflog fær helst sínar tyrlur frá landinum
Samd Vinnunevnd mælir løgtinginum til at samtykkja uppskotið at lata Atlantic Airways slaka hálva milliard yvir 10 ár.
 
12.05.2015 - 09:40

 

 

Atlantic Airways minti í síðstu viku landsstýrið á, at málið um nýggjan sáttmála millum partarnar um tyrluflúgving hevur skund, tí Atlantic Airways skal skriva undir sáttmálan um tvær nýggjar tyrlur í seinasta lagi fríggjadagin.

Annars verða tyrlurnar báðar næstan tíggju milliónir krónur dýrari at keypa.

Er sáttmálin um tvær nýggjar Augusta tyrlur ikki undirskrivaður 15. mai, fer hvør tyrla at kosta 650-túsund evrur meira, so báðar tyrlurnar kosta góðar 9,7 mió. kr. meira, skrivar Atlantic Airways í telduposti til landsstyrið.

Pengarnir úr landskassanum, 444 mió. kr. næstu tíggju árini, eru avgerandi fyri, um Atlantic Airways kann keypa nýggjar tyrlur.

Upprunaliga tíðarfreistin at skriva undir var 15.apríl, men Augusta góðtók at leingja freistina til hálvan mai. 

Nýggju tyrlurnar koma næsta ár.     

Løgtingið skal atkvøða um uppskotið hjá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum um nýggjan sáttmála millum landsstýrið og Atlantic Airways í dag.

Samd Vinnunevnd mælir løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 25. februar
Úr Sjarpholinum til Bangkok (3:5)
204317
Mikudag 18. februar
Úr Sjarpholinum til Bangkok (2:5)
204303
Mikudag 18. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204387
Týsdag 17. februar
Veðrið
204365
Týsdag 17. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
204343