Havrannsóknarskip: Uppskotið kemur eftir ólavsøku

Havrannsóknarskip: Uppskotið kemur eftir ólavsøku
Løgmaður væntar ikki, at tað verður neyðugt at taka málið frá Jacobi Vestergaard, landsstýrismanni, fyri at fáa tað framt
19.05.2015 - 08:26

Uppskotið um at skipa alment partafelag at byggja nýggja havrannsóknarskipið, verður lagt fyri Løgtingið eftir ólavsøku.

Tað sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður. Hann væntar ikki at tað verður neyðugt at taka málið frá Jacob Vestergard fyri at fáa tað framt.

Bárður á Steig Nielsen segði við Útvarpið í síðstu viku, at leggur Jacob Vestergaard ikki fram uppskot um alment partafelag, má løgmaður annaðhvørt áleggja honum tað, ella má løgmaður sjálvur leggja uppskotið fyri Løgtingið, segði Bárður á Steig Nielsen
 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928