Avlopið í ALS átti at verið 25-30 mió. kr. størri

Avlopið í ALS átti at verið 25-30 mió. kr. størri
Inntøku úr búnum eftir Fiskavirking ger, at Arbeiðsloysisskipanin hevði eitt lítið avlop í fjør
 
21.05.2015 - 09:13

Arbeiðsloysisskipanin hevði 5,5 milliónir kr. í avlopi í fjør. Men hevði skipanin ikki fingið eina eingansinntøku frá búnum eftir Fiskavirking, so var hallið 100.000 kr..

Úrslitið var væl betri enn í 2013, tá ALS hevði umleið 28 milliónir kr. í halli.

Hóast framgongdina, so eru hvørki leiðsla ella stýri nøgd við gongdina, tí lítla arbeiðsloysið skuldi havt við sær, at avlopið skuldi verið einar 25 - 30 milliónir kr. størri, verður sagt.

Hægri inngjald og lægri útgjald

Inngjøldini til skipanina hækkaðu upp í 190 milliónir kr., samstundis sum samlaðu útgjøldini lækkaðu við 30 milliónum kr.

Hóast gongdina í samfelagnum, so lækkaði útgjaldið eftir fiskavirkisskipanini bert við tveimum milliónum kr., og var góðar 22 milliónir kr. Hóast arbeiðsloysið er nógv minkað, so økti ALS um talið av starvsfólkum upp í 39 ársverk, fimm fleiri enn árið fyri.

Starvsfólkaútreiðslurnar vóru 16 milliónir kr. í fjør, eina millión kr. størri enn í 2013. Rakstrarútreiðslurnar vóru slakar 10 milliónir kr., so tað kostaði 26 milliónir kr. at reka ALS í fjør.

Hóast nógvar atfinningar um gongdina í ALS, samytkti løgtingið broytingar í ALS, áðrenn tingið fór til hús. Grundgevingin fyri tí var, at eitt samt stýri fyri Arbeiðsloysisskipanina mælti til broytingarnar.

Við árslok í fjør var eginognin hjá ALS 312 milliónir kr.

Útlitini góð

Stýrið og leiðsla fyri ALS meta, at útlitini eru rímiliga góð. Eingi tekin eru um, at arbeiðsloysið fer at vaksa aftur í næstum, og eftirspurningurin eftir arbeiðsmegi er enn stórur. 

Við teimum lógarbroytingunum, sum løgtingið júst hevur samtykt, eru fyritreytirnar fyri fíggjarligum langtíðarhaldføri munandi betri, og sum útlitini eru nú, verður roknað við, at Arbeiðsloysisskipanin fer at hava  20-30 mió. krónur í avlopi í ár, siga stýri og leiðsla í tíðindaskrivi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 20. januar
Jóna Hammer: Eg havi nógv at takka fyri
186576
Mánadag 20. januar
Nú er friðurin úti
186569
Mánadag 20. januar
Morgunlestur mánadagur 20. januar 2025
186265
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta í Hvannasunds kirkju
186532
Nýggjastu sendingar í SV