Selja meiri heilivág fyri diabetes

Selja meiri heilivág fyri diabetes
2900 fólk fara til viðtalu fyri diabetes 2 og stofskiftissjúkur í ár
 
22.05.2015 - 13:49

Alsamt fleiri fáa viðgerð fyri typu 2 diabetes, og sølan av diabetesheilivági er vaksin við meira enn fýra milliónum krónum seinastu seks árini.

Tað sæst í svari frá Karsteni Hansen, landsstýrismanni, til Gunvør Balle, tingkvinnu fyri Tjóðveldi.

1100 viðtalur

Talið av sjúklingum við typu 2 diabetes er vaksið seinastu árini, og higartil í ár hava verið góðar 1100 viðtalur um diabetes2 og stoffskiftissjúkur.

Mett verður, at nærum 2900 fólk fara til viðtalu fyri diabetes 2 og stofskiftissjúkur í hesum árinum. Fyri tíggju árum síðani vóru umleið 1700 fólk til viðtalu fyri hesar sjúkur. 

Tað ber ikki til at nágreina, hvat talið ítøkiliga er fyri diabetis2, tí tað er lagt saman við talinum fyri stofskiftissjúkur.

Fýra milliónir fleiri

Sølan av diabetes heilivági er vaksin úr knøppum fimm milliónum kr. í 2008 upp í góðar níggju milliónir í 2014.

Talið av diabetes1 sjúklingum hevur verið støðugt seinastu árini. Umleið fimm tilburðir hava verið um árið, men seinasta uppgerðin bendir á, at talið er vaks við seks ella sjey tilburðum um árið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 6. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
206641
Mánadag 6. apríl
Várkonsert 2026 (2:2)
206038
Sunnudag 5. apríl
Evangeliskur fundur í Ebenezer
206632
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 6. apríl
Meistarans hond
206650
Mánadag 6. apríl
Andakt
206647
Mánadag 6. apríl
Gudstænasta úr Havnar kirkju
206638
Sunnudag 5. apríl
Andaktin páskadag við Gimma Olsen
206635
Sunnudag 5. apríl
Kim og Føroya Symfoniorkestur 2026
206634