Top Shine vann Start Up International

Top Shine vann Start Up International
Serbisku hjúnini Milica og Zlejko Bodanovic áttu besta hugskotið til eina fyritøku.
 
25.05.2015 - 12:21

Íverksetarahúsið í Klaksvík skipaði um vikuskiftið skipaði fyri tiltakinum Start up International fyri tilflytarar. 

 

Top Shine kallaðist hugskotið hjá Bodanovic-hjúnunum, sum snýr seg um røkt av bilum. Tey hava lagt til merkis, at bilarnir á føroysku vegunum ofta eru sera skitnir orsaka av veðrinum. Tí slítist lakkið skjótari enn neyðugt. Men heldur enn at lakkera bilarnar av nýggjum, ið er kostnaðarmikið, bjóðaðu tey seg fram at vaska og pussa bilarnar, ið er væl bíligari. 

 

Hugskotið og virkisætlanina hildu dómararnir verða so góða, at teir valdu Top Shine til besta hugskotið á Startup International. 

 

Í dómsnevndini sótu Gunvá við Keldu, Eyðbjørn Poulsen og Símun Gullaksen.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444