Hesi kunnu taka við eftir Joseph Blatter

Hesi kunnu taka við eftir Joseph Blatter
Fleiri fyrrverandi valevni og mætir aðalskrivarar kunnu taka við sum ovasti leiðari FIFA
Les her, hvørji tey eru, ið kunnu taka við eftir Joseph Blatter sum forseti í FIFA
Mynd: Samansettar myndir  
 
03.06.2015 - 09:40

Á tíðindafundi ígjárkvøldið boðaði Joseph Blatter frá, at hann leggur frá sær sum forseti FIFA.

Tað hendir bert fáar dagar eftir, at hann varð afturvaldur sum forseti, - fimta skeiðið á rað.

79 ára gamli maðurin hevur sitið síðani 1998, tá víst var á hann at taka við eftir Joao Havelange, og fríggjadagin vann hann á Prins Ali úr Jordan.

Níggju leiðarar handtiknir

Mikudagin 27. mai handtók sveisiska løgreglan níggju leiðarar innan fótbólt, tá teir vóru í Zürich í Sveis í sambandi við FIFA-ráðstevnuna.

Jeffrey Webb, Eugenio Figueredo, Jack Warner, Eduardo Li, Julio Rocha, Costas Takkas, Rafael Esquivel, José Maria Marin og Nicolás Leoz eru skuldsettir fyri millum annað mutur, hvítvasking og penganoyðslu í sambandi við umsóknir um HM, marknaðavtalur og sjónvarpsrættindi.

Týsdagin gjørdist greitt, at aðalskrivarin hjá Blatter, Jerome Valcke, er settur í samband við miljónaútgjalding stutt fyri HM í Suðurafrika í 2010, og fleiri amerikanskir fjølmiðlar skrivaðu týskvøldið, at FBI eisini kannar Blatter í sambandi við mutur.

(greinin heldur fram niðanfyri myndina)

Joseph Blatter kunngjørdi ígjár, at hann leggur frá sær (mynd: AP)

Blatter verður tó sitandi sum FIFA-forseti til eftirmaðurin er valdur. Tað er enn ógreitt, nær tað verður, men tað er ikki ósannlíkt, at tað verður í desember við eyka-forsetavali.

Hesi kunnu taka við

Her er ein listi yvir nøkur, sum eru eyðsædd til at taka við sum forseti fyri altjóða fótbóltssambandinum.

Ali bin al-Hussein prinsur

Hann var einasta mótvalevni hjá Joseph Blatter á forsetavalinum fríggjadagin, og meginparturin av evropisku londunum atkvøddu fyri honum. Men Blatter vann á Ali prinsi longu í fyrsta umfari, og tók seg síðani aftur sum valevni.

Hann er í dag varaforseti í asiatiska fótbóltssamgonguni, og hevur sagt, at hann ætlar at broyta FIFA. Fyrsta avbjóðing hansara er, at hann verður hildin at vera Evropa-vinarligur. Hann kann hava ilt við at fáa stuðul frá arabisku londinum, um eitt mótvalevni verður úr Asia, sum eitt nú Ahmad al-Fahad al-Sabah sjeikur úr Kuveit.

Micahel Platini

UEFA-forsetin segði stutt eftir FIFA-handtøkurnar í sístu viku, at Evropa fór at umhugsa at taka seg úr FIFA, um Blatter varð afturvaldur, og hann skal eisini fyrr hava biðið Blatter um at leggja frá sær. Platini hevur stundum verið tætt knýttur at Blatter, og tað kann verða honum til bága. Hann atkvøddi fyri HM í Katar í 2022.

David Gill

Nývaldi limurin í aðalstjórnini í FIFA, stýrislimur í bretska fótbóltssambandinum og fyrrverand forstjóri í Manchester United. Hann segði stutt fyri forsetavalið, at hann fór at siga frá sær sessin í aðalstjórnini, um Blatter varð valdur forseti. Sum breti, verður tað helst trupult hjá honum at fáa londum, sum siga, at Evropa bara hugsar um egin áhugamál.

 

Luis Figo

Fyrrverandi stjørnuleikarin var mótvalevni móti Blatter, men tók seg aftur tvær vikur undan valinum. Hann var sera atfinningarsamur undir valstríðnum.

Lydia Nsekera

Hevur verið limur í IOC síðani 2009, og gjørdist fyrsta kvinna í aðalstjórnini hjá FIFA í 2013. Var frá 2004 til 2013 forseti fyri fótbóltssambandinum í Burundi.

Salam bin Ebrahim Al Khalifa sjeikur 

Sjeikurin úr grannalandinum hjá Katar, Barein, er forseti í asiatiska fótbóltssambandinum, og er mætur maður innan fótbóltin. Hann skal hava verið týdningarmikil viðspælari hjá Blatter undan forsetavalinum í síðstu viku. Hann fær neyvan stuðul úr Evropa, - men tað fekk Blatter heldur ikki.

Michael van Praag

Var eisini mótstøðuvalevni móti Joseph Blatter, men tók seg aftur, samstundis sum Figo. Hann er fyrrverandi nevndarformaður í Ajax.

 

Alfredo Hawit

Forseti fyri fótbóltssambandinum í Honduras, varð nýliga tilnevndur forseti fyri Norður-Miðamerikanska forbóltssambandinum, CONCACAF, eftir at fyrrverandi CONCACAF-forsetin og FIFA-forsetin, Jeffery Webb vórðu handtiknir. Hann verður nógv at síggja í sambandi við HM í fótbólti fyri kvinnur í Kanada og Copa America.

Onnur í uppskoti eru Senes Erzik, forseti fyri turkiska fótbóltssambandinum, Ted Howard, aðalskrivari í CONCACAF, Jérôme Champagne, Ahmad al Fahad al Sabah, limur í aðalstjórnini hjá FIFA, og Issa Hayatou, forseti fyri afrikanska fótbóltssambandinum

Kelda: vg.no (New York Times, The Telegraph, The Guardian og ESPN)

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 25. desember
Midnáttarmessa úr Mariukirkjuni 2024
185550
Mikudag 25. desember
Guðstænasta úr Havnar kirkju
185549
Týsdag 24. desember
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
185542
Mánadag 23. desember
Jól á Quiztinum 2024
185509
Mánadag 23. desember
Morgunlestur mánadagur 23. desember 2024
185000
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 25. desember
Jól við Løkin 1:2
185547
Mikudag 25. desember
Brotið
185554
Mikudag 25. desember
Andakt við Silasi Olofson
185552
Mikudag 25. desember
Gudstænasta úr Havnar kirkju
185555
Mikudag 25. desember
Jól í Narnia
185540