Kemikalii í leikum til pinkubørn

Kemikalii í leikum til pinkubørn
Ráðið hevur kannað 327 vørur, og vandamikil evni eru staðfest í 22 prosentum
 
03.06.2015 - 13:31

Nýggj kanning hjá danska brúkararáðnum Tænk vísir, at í fimtuhvørjari vøru til pinku- og smábørn eru evni, sum eru undir illgruna fyri at órógva hormon-javnvágina ella at elva til krabbamein.

Ótrygg foreldur

- Tað er ræðandi, at vit hava kannað so nógvar ymiskar vørur til pinkubørn, og at vit ikki hava funnið ein einasta vørubólk, har foreldur kunnu vera vís í, at hormonórógvandi evni ikki eru í, sigur Anja Philip, forkvinna í Tænk, við dagblaðið við Informatión. - Nógvar vísindaligar kanningar eru gjørdar, sum benda á, at hesi evnini órógva hormonjavnvágina, og tí eiga tey ikki at vera í nýtsluvørum - og als ikki í vørum til pinkubørn, sigur hon.

Pinkubørn eru serliga viðkvom, tí tey mangan súgva og tyggja leikur og annað, og harvið koma skaðiligu evnini lættari í kroppin. 

Brúkararáðið í Danmark mælir tí nýggja umhvørvismálaráðharranum til at seta bann fyri evnunum.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 17. juni
Skratsj 17. juni 2026
209843
Mikudag 17. juni
HM-poddurin: Frá Pelé til Messi
209837
Mikudag 17. juni
Morgunlestur mikudagur 17.juni 2026
209564
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804
Mánadag 15. juni
Reynsatindur - teknmálstulkað
209762