- Tíðindi, mentan og ítróttur
Onki 6 mannafar við kvinnum
Fyrsti FM kappróðurin í ár verður um vikuskiftið á norðoyastevnu í Klaksvík. 39 vaksnar manningar og 16 barnamanningar hava boðað frá luttøku. Hetta talið áleið tað sama sum seinastu árini, men ein merkisverd broyting er tó, tí at ongin manning luttekur í 6 mannaførum hjá kvinnum. Kvinnuróðurin byrjaði í 1983, og hevur verið róð á hvørjum ári í hesi bátastøddini við kvinnum.
Bert ein manning
Talið á manningum í kappróðrinum hevur verið dalandi seinastu árini, men hetta er fyrstu ferð, at ein bátastødd als ikki er umboðað. Jan Herman Hansen, formaður í Róðrarsambandi Føroya, var gestur í 3-2 fyri trimum vikum síðani, og tá váttaði hann, at tað sá svart út hjá 6 mannaførum við kvinnum.
- Mær vitandi er tað bara Sundabáturin, sum er mannaður, og eg hoyrdi í kvøld, at tær ætla sær at finna eitt 5 mannafar, um ikki fleiri 6 mannafør koma, segði Jan Herman Hansen við 3-2 18. mai.
Beinleiðis sending
Og tað er altso leygardagin, at tað fyri fyrstu ferð verður róð kapp uttan 6 mannafør við kvinnum. Til ber at fylgja við kappróðrinum í útvarpinum og at stroyma róðrarnar beinleiðis her á heimasíðuni, her eitt leinki verður lagt út leygardagin.
Startrøðin á norðoyastevnu er hendan, barnaróðurin byrjar klokkan 13.00, og tey vaksnu byrja klokkan 15.00:
Barnaróður, dreingir
6 Svanur
7 Royndin Fríða
8 Ternan
9 Havfrúgvin
10 Ørnin
11 Jallurin
12 Tekla
Barnaróður, gentur
5 Strípan
6 Dúgvan
7 Títlingur
8 Pílur
9 Havfrúgvin
10 Beinta
11 Blikur
12 Hulda
13 Báran
Fimmmannafør, gentur
5 Spógvin
6 Dúgvan
7 Silja (VER)
8 Fípan Fagra
9 Jallurin
10 Sílið
11 Blikur
12 Firvaldur
Seksmannafør, menn
5 Herningur
6 Páll Fangi
7 Lómur
8 Smyril
9 Rádni
10 Jarnbardur
11 Hvessingur(VER)
12 Tvørabáturin
13 Gongurólvur
Fimmmannafør, dreingir
6 Hulda
7 Frúgvin
8 Ternan
9 Beinta
10 Kollur
11 Tjaldrið
12 Sílið
Áttamannafør
8 Tofta Regin
9 Heiðabáturin
10 Argjabáturin
Fimmmannafør, kvinnur
6 Sílið
7 Erla KongsdóttirVER)
8 Teistin
9 Drekin
10 Ritan
11 Ørnin
12 Jallurin
Tíggjumannafør
7 Nólsoyingur
8 Klaksvíkingur
9 Havnarbáturin
10 Drekin Reyði(VER)
11 Ormurin Langi