Føroysk fótbóltsvísindi løgd fram á heimsráðstevnu

Føroysk fótbóltsvísindi løgd fram á heimsráðstevnu
Magni Mohr, lektari á Fróðskaparsetri Føroya, legði fram síni granskingarúrslit í fótbólti á World Congress of Science in Football
Magni Mohr granskar kropsliga venjing í fótbólti.
 
06.06.2015 - 11:18

Lærdi háskúlin í Keypmannahavn samskipaði ráðstevnuna, sum er heimsráðstevnu um fótbóltsvísindi fjórða hvørt ár. Ráðstevnan var í Keypmannahavn 20.-23.mai.

Okkurt um 600 granskarar úr øllum heiminum vóru á ráðstevnuni í ár. Magni Mohr var millum teir átta høvuðsfyrilestrarhaldararnar um kropsliga venjing í fótbólti, og hann stóð á odda fyri tveimum verkstovum. 

Einsærisvenjing

Onnur verkstovan var um einsærisvenjing í fótbólti, har Magni Mohr saman við fyrrverandi kropsliga venjaranum hjá Manchester United, Marcello Iaia, sum er knýttur at University of Milano í Italia, legði fram sínar royndir við toppliðunum Chelsea og Manchester United. 

Hin verkstovan var um kropsliga testing og planlegging í fótbólti, har Magni Mohr legði fram saman við enska granskaranum Barry Drust úr Liverpool John Moors University, sum eisini arbeiðir við enska A-landsliðinum. 

Dentur varð í báðum verkstovum lagdur á lutin hjá vísindunum í toppfótbólti í dag.

Vøddar og vøddar

Magni Mohr legði nýggi úrslit fram frá føroysku SOS-kanningini, sum varð stuðlað úr Granskingargrunninum, har spennandi úrslit um ymiskar fysiologiskar tillagingar í arm- og beinvøddum eftir ymisk sløg av kropsligari venjing vórðu víst. 

Úrslitini vísa, at vøddar í yvirkroppinum hava eitt annað fysiologiskt tillagingarmynstur enn beinvøddar. Júst hesi úrslit komu eisini alment út í vísindaligari grein í høgt metta tíðarritinum Journal of Applied Physiology í seinastu viku, skrivar Granskingarráðið á síni heimasíðu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 8. mai
Breddin: Gjøld á alivinnuna
208082
Fríggjadag 8. mai
Beinleiðis úr Studio 5 - Jógvan
208077
Hósdag 7. mai
RagnarRokk 7.mai 2026
207512
Hósdag 7. mai
RagnarRokk: Johnny Gioeli um Shout
207511
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 8. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208075
Hósdag 7. mai
Sært tú fuglin? III 4:4
207996
Hósdag 7. mai
Veðrið
208040
Mikudag 6. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
207968
Týsdag 5. mai
Veðrið
207947