21 vinnarar: skúlanavnið avdúkað mánadagin

21 vinnarar: skúlanavnið avdúkað mánadagin
Yvir 250 uppskot komu um navnið á nýggja skúlanum úti á Fløtum í Havn, sum enn eitur Vesturskúlin
Gamli Kommunuskúlin í Havn verður ikki skúli aftur. Hann og Venjingarskúlin eru lagdir saman í skúlan, sum fær endaliga navnið mánadagin.
 
06.06.2015 - 13:43

Mánadagin verður avdúkað, hvussu nýggi skúlin í Havn skal eita.

Higartil hevur skúlin, sum skal byggjast úti á Fløtum havt navnið Vesturskúlin.

Men býráðið skrivaði út navnakapping og fekk ikki færri enn 252 uppskot.

21 vinnarar, ein vinningur

Vinnari er funnin, ella vinnarar, tí 21 skutu upp navnið, sum vann kappingina.

Lutakast hevur verið teirra millum um tær 5.000 kr., sum er vinningurin fyri navnið. 

Hvat navnið er, verður kunngjørt mánadagin klokkan tíggju.  

Heðin Mortensen, borgarstjóri, og Helena Dam á Neystabø, forkvinna í Mentamálanevndini hjá býráðnum fara at avdúka navnið úti á Fløtum, har sum skúlin skal byggjast. 

Nýggi skúlin kemur í staðin fyri Kommunuskúlan og Venjingarskúlan.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 30. juni
Ung lesa 1.partur - Rúnaspá
210339
Týsdag 30. juni
HM-tíðindi 30. juni 2026
210331
Týsdag 30. juni
Morgunlestur týsdagur.
210270
Mánadag 29. juni
Við Tórði á skørutúri
210291
Nýggjastu sendingar í SV