- Tíðindi, mentan og ítróttur
Erdogan vil hava meir vald

Val er í Turkalandi í dag. Sambært veljarakanningum verður valið enn ein sigur til sitandi forsetan, Recep Tayyip Erdogan, sum hevur stjórnað síðan 2002.
Stóri spurningurin til valið er, um tað fer at eyðnast hjá flokkinum hjá Erdogan, AKP, at fáa tveir triðingar av atkvøðunum. Eyðnast hetta, fer AKP undir at broyta núverandi stýrisskipanin í Turkalandi, soleiðis at landið frá einari parlamentariskari skipan til eina skipan við størri valdið til forsetan.
Andstøðuflokkarnir í Turkalandi ávara ímóti, at ein atkvøða til AKP er ein atkvøða ímóti fólkaræðinum. Sambært andstøðuflokkunum fer Erdogan at fáa ov nógv vald, um tað eyðnast at broyta grundlógina.
Fyri at fáa mandat til at koyra eina broyting av grundlógini út til fólkaatkvøðu skal AKP fáa 330 av 550 sessum í turkiska tinginum.




























