Føroyar sleppa ikki við til Eurovision

Føroyar sleppa ikki við til Eurovision
Bara sjálvstøðug lond sleppa at vera við í Eurovision Song Contest, tí, sum fyrr var Melody Grand Prix. Tí sleppa Føroyar ikki at vera við har
Føroyar sleppa ikki við til Eurovision Song Contest, tí Føroyar eru ikki sjálvstøðugt land
Mynd: AP  
 
09.06.2015 - 08:15

Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, hevur svarað Janusi Rein, løgtingsmanni, sum spurdi, um Føroyar kunnu vera við í stóru árligu evropeisku tónleikakappingini.

Landsstýrismaðurin svarar, at Mentamálaráðið og Kringvarpið kannaðu fyri nøkrum árum síðani, um Føroyar kunnu vera við.

Møguleikarnir kannaðir í 2010

Kringvarpið spurdi í 2010 um virknan limaskap í evropeiska public-service felagsskapinum European Broadcasting Union (EBU), sum krevst fyri at vera við í Eurovision Song Contest.

Svarið var, at bara sjálvstøðug lond kunnu fáa limaskap. Bjørn Kalsø heldur tó, at til ber at sleppa av við hesa treytina, um nóg stór orka verður løgd í tað, møguliga saman við øðrum londum, sum stuðla Føroyum. Men tá krevst, at Kringvarpið av nýggjum søkir um virknan limaskap í EBU, sigur landsstýrismaðurin.

Janus Rein spurdi Johan Dahl, landsstýrismann, hvussu nógvar krónur, Føroyar høvdu fingið burturúr teirri marknaðarføring, sum tað er at vera við í Eurovision Song Contest. Johan Dahl hevur ikki svarað enn.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 3. oktober
26. Jambalaja - 031026
214221
Leygardag 3. oktober
Upp á tá - 021026
214219
Fríggjadag 2. oktober
Vikuskiftið 2 okt 2025
214203
Fríggjadag 2. oktober
LEITISSTEIN 02.10.2026 (Lea Eyðbjørg)
214191
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115