Framsókn í andgletti í kvøld

bannari
Framsókn í andgletti í kvøld
Hanna Jensen og Poul Michelsen vera í sjónvarpsstovuni
 
16.06.2015 - 14:11

Neyðugt er við eini uppgerð millum Føroyar og Danmark, tí áhugamál okkara eru so ymisk, og veruleikin hevur langt síðani yvirhálað heimastýrislógina.

Tað sigur Framsókn, sum verður í andgletti eftir sjónvarpstíðindini í kvøld .

Flokkurin vísir m.a. á, at meira ræðisrætt Danmark má lata ES, meira fer ES at stjórna føroyska samfelagnum.

Tí mugu føroyingar umboða seg sjálvar, og Føroyar hava egnan uttanríkispolitikk. Tá uppgerðin við Danmark er liðug, eru Føroyar og Danmark ikki longur í ríkisfelagssskapi, men so leingi hann er til, ætlar Framsókn at føra síni sjónarmið fram á Fólkatingi, m.a. tí at verandi fólkatingsumboð arbeiða fyri eini ES tilgongd, sum er í andsøgn við støðuna hjá meginpartinum av Føroya fólki, sigur flokkurin.

Umboð fyri Framsókn í andglettinum eru Hanna Jensen og Poul Michelsen. Bogi Godtfred er vertur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Fríggjadag 9. oktober
RagnarRokk: Andreas Clark um One Of Us
214014
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040