Stórur tørvur á eftirskúla

Stórur tørvur á eftirskúla
Vantandi politiskur vilji er orsøkin til, at eingin eftirskúli er komin í Føroyum enn, heldur Herálvur Jacobsen, formaður í Føroya Lærarafelag
 
18.06.2015 - 09:55

Vantandi politiskur vilji er orsøkin til, at eingin eftirskúli er komin í Føroyum enn, hóast nú eru skrivað trý álit um eftirskúla.
Tað sigur Herálvur Jacobsen, formaður í Lærarafelagnum og limur í eftirskúlanevndini.

120 ungir føroyingar av landinum um árið

Hann sigur við Skúlablaðið, at hann ivast onga løtu í, at tørvurin á eftirskúla í Føroyum er ógvuliga stórur.
Sambært nýggjasta álitinum um eftirskúla, sum kom í mars í ár, fara 120 ungir føroyingar av landinum á hvørjum ári í eftirskúla. 
Tí er grundarlag fyri at stovna eftirskúla í Føroyum. 

Uppskot um eftirskúla á Drelnesi

Í nýggjasta álitinum um eftirskúla er uppskot um eftirskúla á Drelnesi til 80 næmingar.
Hetta er triðja álitið um eftirskúla, sum er skrivað seinastu tíggju árini. At einki enn er komið burturúr er tí, at politiski viljin skortar, sigur Herálvur Jacobsen við Skúlablaðið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. mars
Mono 11 mars 2026
205486
Mikudag 11. mars
Fyrsta val 11. mars 2026
205479
Mikudag 11. mars
Orðaval #33: Ljóðsvinn
205476
Mikudag 11. mars
HPV kann raka øll
205467
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 11. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205459
Týsdag 10. mars
Veðrið
205436
Mánadag 9. mars
Veðrið
205363
Sunnudag 8. mars
Hondbóltur: EM undansending
205313