Endaspurturin er í gongd í Danmark

bannari
18.06.2015 - 12:54
Endaspurturin er í gongd í Danmark
Hálv millión danir hava ikki gjørt av, hvønn tey skulu velja, so einki er avgjørt enn.
Christiansborg

Sigmar Bláberg fekk fyri løtu síðan orðið á Kaj Joensen, ið fylgir valinum á Christiansborg.

Við millum lítlum og ongum muni á reyða og bláa blokki, er sum vera man spennandi, og danskir flokkar og politikarar royna av øllum alvi at ávirka tey mongu, ið enn ikki hava gjørt av, hvar krossurin skal setast.

Kaj Joensen tosaði við nakrar danskar veljarar, og hesir siga seg einki hava ímóti, at føroyingar og grønlendingar kunnu koma til at avgera hvør skal stjórna Danmark komandi árini, tí vit eru øll partar av ríkisfelagsskapinum við sama fólkaræði.

Ongar exit-poll kanningar verða almannakunngjørdar í Danmark áðrenn valstøðini lata aftur, tí so nógv kann ávirkast av tílikum forsøgnum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037