Minni nøgd, men meira fæst fyri fiskin

Minni nøgd, men meira fæst fyri fiskin
2.000 tons færri eru fiskað undir Føroyum í ár, men sølan var 55 milliónir kr. størri
 
26.06.2015 - 13:57

Góð 2.000 tons minni vórðu fiskað undir Føroyum fyrstu fimm mánaðirnar í ár, samanborið við somu tíð í fjør. Tá er talan um øll fiskasløg.  

Men munandi meir fekst fyri fiskin, tí sølan gav 55 milliónir kr. meir enn í fjør.

Uppgerðin yvir vanligu botnfiskasløgini vísir, at nakað meir av toski varð fiskað, 1700 tons, sum er ein triðing meir enn í fjør. Prísurin var góður, tí virðið vaks við næstan 53 milliónum kr.

Fiskiskapurin eftir hýsu var tann sami, men prísurin var heldur betri.

Upsin royndist illa fyrstu fimm mánaðirnar. Fiskað vórðu 2.500 tons færri, og tað vóru 20 prosent minni enn somu tíð í fjør. Tað sást eisini aftur í søluni, sum var næstan 10 milliónir minni enn í fjør.

Fiskað vóru 21.000 tons av vanligu botnfiskasløgunum fyrstu fimm mánaðirnar í ár, samanborið við sløk 23.000 tons í fjør.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Vit nerta við tarmsjúku
212105
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Hósdag 20. august
RagnarRokk 20.august 2026
210713
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985