17 ráðharrar: Danir fingið nýggja stjórn

bannari
17 ráðharrar: Danir fingið nýggja stjórn
Fyri einum tíma síðani var nýggi forsætisráðharrin, Lars Løkke Rasmussen, hjá drotningini við ráðharrunum í nýggju stjórnini
Danir fáa nú nýggja stjórn eftir fólkatingsvalið. Sjey av teimum 17 ráðharrunum hava ikki verið ráðharrar fyrr
 
28.06.2015 - 10:30

17 ráðharrar eru í stjórnini, sum Vinstriflokkurin skipar einsamallur. Lars Løkke Rasmussen verður forsætisráðharri, og Kristian Jensen, næstformaður í Vinsta, verður uttanríkisráðharri.

Claus Hjort Frederiksen verður fíggjarmálaráðharri, Bertel Haarder menta- og kirkjumálaráðharri, og Søren Pind verður løgmálaráðharri

 Formaðurin í danska arbeiðsgevarafelagnum, Jørn Neergaard Larsen, verður nýggjur ráðharri í arbeiðsmarknaðarmálum. Av teimum 17 ráðharrunum eru fimm kvinnur.

Sjey nýggir ráðharrar

Sjey hava ikki verið ráðharrar fyrr. Síðani fólkatingsvalið 18. juni hevur Lars Løkke Rasmussen roynt at skipa eina borgarliga stjórn. Fyrst royndi hann at skipa eina meirilutastjórn, men tað eydnaðist ikki.

Síðani royndi hann at skipa eina minnilutastjórn, men serliga Danski fólkaflokkurin, sum nú er størsti flokkur á borgarliga veinginum í fólktinginum, aftraði seg við at fara upp í stjórn, og tí varð endin, at Vinstri skipar stjórn einsamallur.

Vinstriflokkurin hevur einaferð fyrr skipað stjórn einsamallur. Tað varð eftir fólkatinggsvalið í desember í 1973, tá Framburðsflokkurin hjá Mogens Glistrup vann stórsigur, og gomlu flokkarnir fingu ein dyggan frammaná.

Poul Hartling, sum tá var formaður í Vinstra, skipaði stjórn, men stjórnin helt bara í 14 mánaðir.

Danski javnaðarflokkurin nýggja forkvinnu

Politiskir eygleiðarar á Christiansborg vænta eisini, at tað verður ein stór avbjóðing hjá Lars Løkke Rasmussen, tí hann noyðist at gera semjur í hvørjum einstøkum máli, hóast hinir borgarligu flokkarnir tryggja honum parlamentariska grundarlagið í fólkatinginum.

Vinstriflokkurin hevur 34 sessir í nývalda fólkatinginum. Danski javnaðarflokkurin fær nýggja forkvinnu í dag. Á eykalandsfundi fer javnaðarflokkurin at velja Mette Frederiksen til nýggja forkvinnu eftir Helle Thorning-Schmidt, sum valkvøldið boðaði frá, at hon fór at leggja frá sær.

Mette Frederiksen hevur leingi verið hildin at verða tann, sum fór at avloysa Helle Thorning-Schmidt. Seinasta valskeið hevur hon bæði verið ráðharri í arbeiðsmarknaðarmálum og løgmálaráðharri.

Av tí at sosialdemokratarnir velja nýggja forkvinnu í dag, fer nýggja stjórnin hjá Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharra, formliga ikki til arbeiðis fyrr enn í morgin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858