Pál og Sára vunnu gull í fyrstu kappingunum

Pál og Sára vunnu gull í fyrstu kappingunum
Oyggjaleikirnir eru byrjaðir væl hjá føroysku svimjarunum. Í tveimum teimum fyrstu kappingunum hava føroyingar vunnið fýra heiðursmerki
Pál Joensen
 
29.06.2015 - 18:27

Fyrsta kappingin var á 1500 metra teininum hjá monnum. Har var Pál Joensen stórfavorittur at vinna og tað gjørdi hann eisini sannførandi. Óli Mortensen endaði á einum greiðum øðrum plássi, so í hesi kappingini fingu Føroyar bæði gull og silvur. Ein framúr byrjan hjá okkara svimjarum. Jersey fekk bronsu í hesari kappingini.

Onnur kapping í kvøld var 400 metrar blandað hjá kvinnum, og her vann Sára Ryggshamar Nysted sannførandi gull, og Vár Eidesgaard bleiv nummar trý og vann bronsu. Á øðrum plássi var ein svimjari úr Cayman oyggjunum.

So tað er av sonnum stuttligt at vera føroyingur í svimjihøllini, sum oyggjaleikasvimjingin fer fram.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329