Dani dømdur at missa ríkisborgararættin

Dani dømdur at missa ríkisborgararættin
Fyri fyrstu ferð í danskari rættarsøgu, er ein danskur ríkisborgari dømdur at missa danska ríkisborgararættin fyri at hava mælt til yvirgang
 
01.07.2015 - 15:57

Talan er um Said Mansour, ið eisini er kendur sum bókhandlarin úr Brønshøj, skrivar Ritzau.

Eystari Landsrættur feldi í dag dóm, har Mansour skal missa ríkisborgararættin. Harumframt at hann skal í fongsul í fýra ár, fyri at hava mælt til yvirgang. Eisini sigur dómurin, at Mansour skal vísast av landinum, tá hann hevur sitið í fongsli. Ítøkiliga merkir tað allarhelst, at hann sleppur at búgva í Danmark undir tí, ið eitur tålt ophold.

55 ára gamli Mansour hevur búð í Danmark síðan 1984 og fekk danskan ríkisborgararætt í 1988. Hann er upprunaliga úr Marokko, og hevur undir rættarmálinum sagt, at hann stúrdi fyri at verða tikin av døgum, um hann varð útvístur til Marokko.

Hetta er aðru ferð, at Mansour er dømdur fyri at hava mælt til yvirgang. Í 2007 varð hann dømdur hálvtfjóðra ár í fongsul fyri at hava mælt til yvirgang, skrivar ritzau.

Verjin hjá Mansour fer at biða um at fáa dómin fyri Hægsta rætt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 23. november
Norðurljóð 23.november 2026
216515
Sunnudag 22. november
Bolero 22. november 2026
216781
Sunnudag 22. november
Guðstænasta út Gøtu kirkju
216780
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 23. november
Veðrið
216858
Sunnudag 22. november
Jóla- og stuðulskonsert hjá Barnabata 2026
216834
Sunnudag 22. november
Andaktin
216792
Sunnudag 22. november
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
216793
Fríggjadag 20. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216714