Minna á fráboðanarskylduna

Minna á fráboðanarskylduna
Heilsufrøðiliga starvsstovan minnir nú seyðaeigarar á lógarkravdu skylduna at boða frá illgruna um ridluskriða
Heilsufrøðiliga starvsstovan minnir nú seyðaeigarar á lógarkravdu skylduna at boða frá illgruna um ridluskriða, ið fyrstu ferð varð staðfest í Føroyum í 1984
 
03.07.2015 - 08:25

Riðluskriði varð fyrstu ferð staðfestur í Føroyum í 1984. Ridluskriði er síðani funnin í Skælingi, á Glyvursnesi, í Havn og í Fugloynni.

Hálvan juni boðaði Starvsstovan frá, at ridluskriði nú eisini er staðfestur í hagapartinum Skálafjall, ytripartur, á Skála.

Ringa seyðasjúkan er nú í trimum oyggjum í Føroyum. Í hagapørtum, har ridluskriði er staðfestur, skulu seyðaeigarar síggja til, at seyðurin ikki kemur í samband við annan seyð.

Bjóða sær til at kanna seyð

Heilsufrøðiliga starvsstovan bjóðar sær til at ílegukanna seyð fyri at vita, um seyðurin er mótstøðuførur og, hvørjar ílegur, seyðurin ber víðari.

Ílegukanningin sigur tó ikki, um seyðurin hevur ridluskriða, men um hann er í vanda fyri at verða smittaður. Ein ílegukanning kostar 530 krónur fyri hvønn seyð.

Ikki ber til at gera slíkar ílegukanningar av geitum, skrivar Heilsufrøðiliga starvsstovan á heimasíðu sínari.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 21. februar
Jambalaja - 210226
204591
Leygardag 21. februar
Vikugesturin: Øll hava rætt til verju
204585
Leygardag 21. februar
Upp á tá - 200226
204584
Leygardag 21. februar
Vikan 21. februar 2026
204582
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 21. februar
Steypafinalan hjá kvinnum: VÍF - Kyndil
204604
Leygardag 21. februar
Steypafinalan hjá monnum: Kyndil - H71
204607
Leygardag 21. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204575
Fríggjadag 20. februar
Veðrið
204564
Fríggjadag 20. februar
Ronja í løtuni í Kaldbak
204483