Frágreiðingar hjá 13 kvinnum til hoyringar

Frágreiðingar hjá 13 kvinnum til hoyringar
Í dag sendir Fútaskrivstovan danska Heilsustýrinum til hoyringar frágreiðingarnar hjá kvinnunum, ið hava meldað ein lækna fyri kynsligan ágang
 
03.07.2015 - 11:57

Heilsustýrið fær eisini frágreiðingarnar hjá skuldsetta læknanum um læknakanningarnar, sum hann er meldaður fyri. 

Endamálið er at fáa læknafakliga meting um mátan, sum skuldsetti læknin brúkti, tá hann gjørdi undirlívskanningarnar.

Heilsustýrið fær frágreiðingarnar hjá teimum 13 kvinnunum og frágreiðingarnar hjá læknanum, so stýrið kann gera læknafakliga meting um undirlívskanningarnar, um tær vórðu gjørdar sambært forskriftunum fyri slíkum kanningum.

Linda Hesselberg, ákæri, sigur, at svarið frá Heilsustýrinum fer at viga nógv, tá avgerast skal, um skuldsetti læknin skal ákærast.

Tað var í juli í fjør, at politiið avhoyrdi ein kommunulækna í Føroyum og skuldsetti hann fyri at hava framt kynsligan ágang móti fimm kvinnum, sum vóru til viðtalu hjá honum. 

Síðani meldaðu fleiri kvinnur sama kommunulækna til løgregluna, og nú eru tær vorðnar 13 í tali. 

Kommunulæknin er skuldsettur fyri at hava brotið fyriskipanina um virksemið hjá læknum og revsilógina, hann er skuldsettur fyri annað kynsligt samband enn samlegu og fyri blygdanarskemd.

Læknin noktar seg sekan í øllum skuldsetingunum. Í september í fjør varð hann fyribils loystur úr starvi sínum sum kommunulækni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 25. februar
Úr Sjarpholinum til Bangkok (3:5)
204317
Mikudag 18. februar
Úr Sjarpholinum til Bangkok (2:5)
204303
Mikudag 18. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204387
Týsdag 17. februar
Veðrið
204365
Týsdag 17. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
204343