Revsimál móti føroyingi

Revsimál móti føroyingi
Klokkan níggju í morgun fer rætturin á Frederiksberg at viðgera revsimálið móti einum 35 ára gomlum føroyingi, sum er ákærdur fyri manndráp.
 
07.07.2015 - 08:26

Maðurin er ákærdur fyri at stungið javngomlu donsku konu sína við knívi í íbúð teirra á Frederiksberg tann 5.januar í ár.

Málið verður viðgjørt sum ájáttanarmál, tann ákærdi hevur játtað seg sekan.

Ákærdi maðurin hevur verið í varðhaldi síðani 5.januar. Í grundlógaravhoyringini tann 6.januar noktaði maðurin seg sekan.

Tað var annars hann, sum ringdi til alarmsentralin og boðaði frá, at hann hevði stungið konu sína, segði politiið tá fyrst í januar

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV