Heilivágur kann kanska hjálpa fólki at klænka

Heilivágur kann kanska hjálpa fólki at klænka
Nýggj gransking bendir á, at fiti-heilivágur møguliga kann hjálp ovurfeitum fólki at klænka.
 
07.07.2015 - 15:38

Heilivágurin er, sambært tíðindaskrivi frá lærda háskúlanum í Keypmannahavn, mentur við støði í uppfinning, sum tveir danskir granskarar gjørdur fyri 20 árum síðani.

Tá gjørdist Arne Astrup, professari, og Jens Juul Holst, - eisini professari, varugir við natúrliga hormonið, sum sigur okkum, nær vit eru mett, - tað verður rópt GLP-1.

Hormonið sendir boð til heilan um, at vit eru mett, so vit steðga við at eta.

Heilivágsfyritøkan, Novo Nordisk, hevur síðani víðariment uppdagingina og hevur evnað til heilivágin Liraglutid 3,0 mg.

Í nýggju kanningini hava 3.731 feitir ella ovurfeitir royndarpersónar í 56 vikur fingið annaðhvørt Liraglutid 3,0 mg. ella placebo-evni, - tað vil siga eitt evni, ið onga ávirkan hevur.

Samstundis hava báðir royndarbólkar kost- og rørsluráðgeving.

Eftir 56 vikur høvdu royndarpersónarnir, sum fingið Liraglutid 3,0 mg. klænkað seg í miðal 8,4 kilo, meðan royndarpersónarnir í placebo-bólkinum høvdu í miðal 2,8 kilo.

3,0 mg av Liraglutid sum ískoyti til klænkikost og rørslu, hevur samband við minni kropsvekt og betri tamarhald á stofskiftinum, er niðurstøðan hjá granskarunum í nýggju kanningini, sum er almannakunngjørd í vísundaliga tíðarritinum, New England Journal of Medicine.

Viðvíkjandi hjáárinum er niðurstøðan hjá granskarunum, at vanligstu hjáárinini vóru lítið sindur ella nakað av klígging og leyst lív. Álvarsligar hendingar rakti tó 6,2 prosent av sjúklingunum í Liraglutid-bólkinum og 5 prosent av sjúklingunum í Placebo-bólkinum.

Liraglutid 3,0 mg verður givið sum innspræning, og heilivágsmyndugleikin í USA og evropeiska heilivágsumboðið hava góðkent heilivágin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928