Páll Isholm verður rektari á Kambsdali

Páll Isholm verður rektari á Kambsdali
 
07.07.2015 - 15:45

Páll Isholm verður rektari í miðnámsskúlanum á Kambsdali 

Páll Isholm er 42 ára gamal og er cand.mag. í norðurlendskum, samskifti og samfelagsfrøði. 

Hann hevur týðandi leiðsluroyndir, er í løtuni fyribils rektari á Studentaskúlanum og HF-skeiðnum í Eysturo, og hevur m.a. eisini 10 ára royndir sum deildarstjóri á Handilsskúlanum á Kambsdali, skrivar mentamálaráðið í tíðindaskrivi. 

Páll Isholm hevur eisini drúgvar royndir við bygnaðarligum samanleggingartilgongdum umframt kommunalar royndir. Hann var eitt skifti borgarstjóri í Gøtu kommunu. 

Páll Isholm byrjar í rektarastarvinum 1. august.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 30. juni
Ung lesa 1.partur - Rúnaspá
210339
Týsdag 30. juni
HM-tíðindi 30. juni 2026
210331
Týsdag 30. juni
Morgunlestur týsdagur.
210270
Mánadag 29. juni
Við Tórði á skørutúri
210291
Nýggjastu sendingar í SV