Pluto er størri enn áður hildið

Pluto er størri enn áður hildið
Hetta er greitt, nú kanningarfarið New Horizons hevur flogið framvið dvørgagongustjørnuni Pluto og sent boð aftur til jørðina
 
15.07.2015 - 08:57

Á myndum, sum vórðu tiknar mánadagin í 768-túsund kilometra frástøðu, sæst stórur ljósur blettur, sum NASA kallar hjartað. Hjartað er umleið 1.600 kilometrar breitt, og kann, sambært NASA, vera ábending um virkna jarðfrøðiliga tilgongd. 

Kanningarfarið varð skotið út í 2006 og hevur ferðast 4,8 milliardir kilometrar. 

Vitanin um Pluto er lítil, men hetta broytist væntandi, nú New Horizons vitjar dvørgagongustjørnuna. Longu nú er staðfest, at Pluto er størri enn áður hildið. 

Vandi var fyri, at kanningarfarið fór at stoyta saman við lutum á ferðini. Nasa upplýsir, at sjálvt ein lítil rúmdarsteinur á stødd við eitt rís hevði kunnað oyðilagt ómannaða kanningarfarið, sum hevur kostað 700 milliónir dollarar at menna. 

Kanningarfarið New Horizons er skjótasta kanningarfar, sum nakrantíð er bygt. Tað ferðast við miðalferð upp á 50.000 kilometrar um tíman.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 23. november
Norðurljóð 23.november 2026
216515
Sunnudag 22. november
Bolero 22. november 2026
216781
Sunnudag 22. november
Guðstænasta út Gøtu kirkju
216780
Sunnudag 22. november
Filosofiskur 9. partur
216718
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 23. november
Veðrið
216858
Sunnudag 22. november
Jóla- og stuðulskonsert hjá Barnabata 2026
216834
Sunnudag 22. november
Andaktin
216792
Sunnudag 22. november
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
216793
Fríggjadag 20. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216714