- Tíðindi, mentan og ítróttur
G!: Hetta sker í dag
Síðsti dagur er skotin í gongd, men tað er eingin grund at stúra, tí nógv er eftir av skránni. Um tú hevur hug at fara ein lítlan túr á festival, so er økið opið fyri øllum til klokkan 16, og klokkan 16 byrjar Cohnny Jazz á sandinum.
Nollywood á G!
í dag kl 18.30 verður sýning av trimum heilt nýggjum føroyskum stuttfilmum. Tað er filmsummarskúlin Nóllywood, ið vísir fram úrslitið, sum ungu luttakararnir hava gjørt fyri stuttum.
Filmurin Óvissa er ein psykologiskur thrillari um ein pápa, sum er einsamallur heima við lítla barninum. Knappiliga er barnið burtur.
Birting er ein filmur, ið lýsir støðuna, tá ið heilin vil nakað annað enn kroppurin, og hvussu hetta er byrjanin á stríðið ímillum sjálvsaccept og sjálvsgleði!
Fyri fyrstu ferð hevur Nóllywood framleitt ein dokumentarfilm. Filmurin eitur ”At liva við tí” og snýr seg um tvær ungar gentur, ið hava verið úti fyri skelkandi hendingum, ið hava broytt teirra dagligdag heilt.
Skrá fyri leygardag
Síggj fullu skránna niðanfyri. Skráin er nakað broytt, av tí at tað ikki kundi spælast á sandinum gjárskvøldið.
Veðrið
Til teirra, sum hugsa um, hvussu veðrið verður, stúrðið ei. Veðurforsøgnirnar siga frá turrum veðri, og eisini kagar sólin fram í kvøld.
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |