- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tungmálmur og gomul kvæði í Norðurlandahúsinum
Gamaní eru kvæðini gomul, og stundum er tað turt og keðiligt at at verða tvingaður í dansiringin í skúlanum upp undir føstu. Kvæðir kunnu tó verða ómetaliga spennandi og hugtakandi, tá ið tey verða latin í nýggjan ham. Tað hevur tungmálmsbólkurin Týr í øllum førum megnað.
Konsert í kvøld
Í kvøld spæla teir í Norðurlandahúsinum. Eisini verður føroyskur dansur at hoyra og síggja. Umframt hetta er sangur og einmansleikur á skránni, sum taka støði í kvæðum. Konsertin byrjar í kvøld kl. 19.00.
Alt hetta er í samband við at stórsligin kvæðaráðstevna er í Norðurlandahúsinum. Á sjálvari ráðstevnuni eru fjølbroyttir fyrilestrar um heilt gomlu kvæðini, nýggjari kvæði, homoseksualitet í kvæðum og modernaður tónleikur.
Hoyrir Swangað heima í ringinum?
Eitt nú fer ein fyrilestur at snúgva seg um Swangah og kvæðir. Tað hevði kanska verið áhugavert at hoyrt "Gev mær meira grind, fuck um tað er synd," í einum ringi?
Kvæðaráðstevnan byrjaði mánadagin 20. juli og endar hóskvøldið 23. juli við árligu dansináttini.Les meira á nlh.fo.
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |